Varadeildarleiðari til Heimatænastuna

Heilsu- og umsorganartænastan


Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir varadeildarleiðara til Heimatænastuna.
Starv sum varadeildarleiðari í Heimatænastuni er leyst at søkja, og starvsbyrjan er 1. mars 2022 ella skjótast tilber.

Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran, og gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur yrkisførleika sum miðdepil.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Heilsu- og umsorganartænastan veitir eina samskipaða tænastu til borgarar í Tórshavnar kommunu, sum hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering. Sum varadeildarleiðari kemur tú at seta tín dám á hetta arbeiði.

Starvið
Heimatænastan veitir tænastu til áleið 350 heimabúgvandi borgarar. Arbeiðsøkið fevnir um, at verða við at skipa og menna lógarásetu tænasturnar innan heimarøkt og heimasjúkrarøkt til allar borgarar. Skipað og miðvís menning av tænastunum er ein týdningarmikil uppgáva, sum tú saman við deildarleiðaranum í Heimatænastuni og starvsfólkunum, skal lyfta. Heimatænastan er kliniskt útbúgvingarstað fyri lesandi á heilsufakliga økinum og skal tú virka fyri einum lærandi arbeiðsplássi.

Tú arbeiðir við menning av starvsfólkunum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.

Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið innanhýsis, og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.

Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum kliniskur vegleiðari ella ætlan um at taka útbúgvingina
  • Viðurkennandi tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um starvsfelagar, borgarar, avvarðandi og samstarvspartar
  • Førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga

Vit bjóða

  • Útbúgving sum kliniskur vegleiðari, og møguleika fyri víðari fakligari menning
  • Felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu til Heimatænastuna
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á innihaldið í tilboðum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!

Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Arbeiðstíðirnar eru dagvaktir mitt í viku.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Malan Samuelsen, deildarleiðara, telefon 79 31 10, teldupost malans@torshavn.fo ella til Biritu Clementsen, eindarleiðara, á telefon 21 52 55, teldupost biritac@torshavn.fo

Umsókn við prógv, lívsrensl (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina »Varadeildarleiðari Vallalíð«.

Umsóknarfreistin er 3. januar 2022.



Les meira