Væl skipaður, sjálvstøðugur og el-hugaður tøkningur við royndum

Petur Larsen


Vilt tú verða við til at fremja tænastu og viðlíkahald á framleiðslutólini hjá okkara kundum, soleiðis at tey rigga, sum tey skulu og úrtøkan er best møgulig, so kann vera, at hetta starvið hevur tín áhugað

Vit hava samstarvsavtalu við Baader og har er vaksandi eftirspurning eftir okkara vitan og førleikum sum Baader tøkningar bæði her heima og í útlandinum. Sum tøkningur hjá Peturi Larsen fært tú ein stóran leiklut í at veita tænastueftirlit, viðlíkahald, ráðgeving og skeið á bæði Baader maskinur og útbúnaði, her heima og í útlondum.

TÍNAR UPPGÁVUR
Sum Baader tøkningur verður tú ein virkin viðleikari í at fremja tænastueftirlit og viðlíkahald á Baader maskinum og útbúnað, sum Petur Larsen umboðar. Tænastuarbeiði verður gjørt í tøttum samstarvi við okkara royndu Baader-tøkningar og tøkningar hjá Baader í Týsklandi og hjá øðrum samstarvsfeløgum og kundum.

Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt. Tú kann fara einsamallur út til kundar at veita tænastueftirlit á Baader maskinur. Sum frá líður verður tænasta í útlandinum ein partur av tínum starvsøki, og tískil kann roknast við fitt av ferðing.

Tú kemur at taka tær av spennandi og avbjóðandi uppgávum og fær møguleika fyri at sjálvur seta dám á títt arbeiði.

FJØLBROYTTAR ARBEIÐSUPPGÁVUR 
Arbeiðsuppgávurnar hjá Baader tøkningum eru mangar og fjølbroyttar. Kjarnan í arbeiðinum liggur í at veita tænastueftirlit, viðlíkahald, montering, upplæring í og betran av Baader maskinum. Harafturat, verður dentur verður lagdur á el-arbeiði og -uppgávurnar – bæði í samband við ráðgeving til verkætlanir og umvæling á eldri maskinum. Fyri at tryggja góðskuna á tænastu- og viðlíkahaldsarbeiði, vera frágreiðingar skrivaður um arbeiði, ið er gjørt.

TÍNIR EGINLEIKAR OG FØRLEIKAR
Tú ert útbúgvin el-installatørur, maskinmeistari, elektrikari ella hevur líknandi viðkomandi útbúgving ella bakgrund, sett saman við royndum innanfyri framleiðsluvinnununa, gjarna innanfyri fiskivinnuna. Tú hevur í minsta lagið 5 ára arbeiðsroyndir við førleikum innan KT- og EL-arbeiði.

Ein góður tøkningur er virkin og ágrýtin, samstundis sum hann er fyrikomandi, álitisvekjandi opin mótvegis øðrum og hevur áhuga fyri menniskjum. Hann er lættur í sinni, dugir væl at samskifta og samstarva við onnur meðan hann er áhugaður í at ráðgeva, vegleiða og undirvísa. Dagarnir eru fjølbroyttir og tískil er neyðugt at vera broytiligur og trívast í at taka ábyrgd og at hava ein fjølbroyttan gerandisdag.

Tú trívist við og hevur hug til at ferðast í bæði Føroyum og uttanlanda og tær dámar at seta teg í nýggjar støður, støð og samanhangir. Tú kanst orða teg væl á føroyskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við Baader-maskinum. Mestsum allar okkara verkætlanir taka støði í fiskuvinnuni – bæði her heima og í útlondum, og tí er sjálvsagt eisini gott at kenna nakað til hetta.

EITT SPENNANDI STARV VIÐ NÓGVARI ÁBYRGD 
Tá tú verður starvsettur hjá okkum, kemur tú í eitt starv, har tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Hetta er eisini eitt sjálvstøðugt starv, har tú í ein mun kanst mynda tín egna arbeiðsdag í eini spennandi fyritøku, sum stendur í vøkstri. Vit halda til á havnarlagnum í Fuglafirði, har vit hava ein 1.200 fermetrar stóran bygning við skrivstovu, menningardeild, goymslu og smiðju. Og fuglfirðingum líkt hava vit eitt vinarligt og óformligt arbeiðsumhvørvi – hetta kemur tú at síggja, tá ið tú møtir tínum 38 dugnaligu starvsfeløgum.

Talan er um eitt starv við eftirlønarskipan, tryggingarskipan og matarskipan. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

NAKAÐ FYRI TEG?
Heldur tú hetta ljóða áhugavert, kanst tú seta teg í samband við Johnny Klein Olsen, framleiðsluleiðara, á johnny@pl.fo ella 73 93 34, sum fegin vil greiða tær nærri frá um starvið.

UMSÓKN
Heldur tú, at hetta er nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum og arbeiðsavrikum við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Starvið verður sett sum skjótast, so tað er einki at bíða við, tí so hvørt umsóknirnar koma inn, bjóða vit til samrøðu. Lat okkum hoyra frá tær – tó í seinasta lagi 1. februar 2022.



Les meira