Tórshavnar kommuna
Tórshavnar kommuna
Heilsu- og umsorganartænastan: Til lesandi sum ynskja at koma í starvsvenjing ella skriva ritgerð
Heilsu- og umsorganartænastan:
Starvsvenjing / skriva ritgerðir hjá Heilsu- og Umsorganartænastuni (HU)
Til lesandi sum ynskja at koma í starvsvenjing ella skriva ritgerð, hava vit gjørt nøkur uppskot til evni:
Starvsvenjingar:
– snildar loysnir – Smart City – gera eina strategi fyri HU
– vælferðatøkni – samrøður við starsvfólk og borgarar, hvørja tøkni hava vit brúk fyri- feltstudie
– fólkaheilsupolitikk TK- hvussu kann ein fólkaheilsupolitikkur í Tórshavnar Kommunu síggja út
– Heilsa- kostscreening, hvussu er føðslustøðan hjá borgarum í Heimatænastuni og / ella á røktarheimini
– Føðsla og eldri
– APV- kanning av arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólki á røktarheimum/ heimatænastu
Skriva ritgerðir:
– Fysioterapi: effektin av venjing í samdøgursrehabilitering. Hava kanningarúrslit frá 2014 til dd.
– Ergoterapi: Ergoterapi til eldri, hvørjar tænastur veita ergoterapeutar og hvat er tørvyurin hjá borgarar í TK
– Sjúkrarøktarfrøðingar heilivágur, heilivágsgjøgnumgongd
– Sjúkrarøkt á røktarheimum, uppgávur og kompetansur
– Kommunulæknar á Ellis- og røktarheimi, hvussu kann tað skipast í TK, og kanna effektina av tí
– Tannrøktari á Bústovnum – kanna effektina av tí.
– Kanna bløðrubruna títtleika á røktarheimini, og gera uppskot til leist. Hvussu stór er antibiotika nýtslan. Hvat kann gerast fyri at fyribyrgja bløðrubruna
– Trykksár- hvussu nógv hava trykksár, hvørjar mannagongdir eru og kann betrast um hetta ? gera tilmæli.
– Harðskapur innan eldraøkið – hvussu er starvsfólk ílætin til at handfara harðskap, og gera tilmæli
– Rehabilitering- í hvønn mun megna vit at hugsa rehabilitering inn í gerandisdagin.
Hetta eru uppskot, og listin er ikki út tømandi. Vit vilja altíð vísa vælvild í mun til verkætlanir, og eru opin fyri at fara í samstarv.
Kom og tosa við okkum á Jobmatch.
Tú kannst eisini ringja til Marjun Poulsen á telefon 22 41 35 ella Naina Túgvustein á telefon 519112