TEKNISKUR MÁLSVIÐGERI

Runavíkar Kommuna


Høvuðsuppgávan er at leggja ætlanir fyri og føra út í verki arbeiði á tekniska økinum - undir hesum at standa fyri projekteringum, útbjóðingum, eftirliti og byggiroknskapi í teimum byggiarbeiðum, ið deildin hevur um hendi. 

Uppgávur
Tekniski málsviðgerin vísir til býarverkfrøðingin, og uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

– Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum
– Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
– Býar- og byggiráðlegging, kloakk- og vatnleiðingar, vegakervi og skráseting/GIS
– Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði
– Verkætlanarbeiði og eftirlit
– Uppmátingar- og skrásetingararbeiði

Fakligir førleikar
Ynskiligt er, at umsøkjarar í stóran mun hava hesar fakligu førleikar:

– Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving
– Tekniskan førleika í projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
– Duga at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit og ArcGIS
– Góðar málsligar førleikar í skrift og talu
– Kunnleiki til 360 journalskipan kann verða ein fyrimunur

Persónligir eginleikar
Ynskiligt er at tekniski málsviðgerðin:

– Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
– Er tænastusinnað/ur, nærverandi og týðilig/ur
– Hevur góð evni og dámar væl at samstarva og samskifta
– Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
– Er røkin og hevur gott yvirlit
– Er fyrikomandi við jaligum sinni og er opin fyri tillagingum

Løn og setan
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvið sum tekniskur málsviðgeri verður lønt sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og upplýsingar
Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um,

skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 14. januar 2023.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo



Les meira