Sunda kommuna søkir eftir tekniskum leiðara.

Sunda kommuna


Spennandi starv sum tekniskur leiðari leyst at søkja hjá Sunda kommunu.

Høvuðsuppgávur
o   Daglig leiðsla á teknisku deild
o   Fíggjarlig ábyrgd av tekniska økinum
o   Projekteringsarbeiði og eftirlit
o   Býar- og byggiplanlegging
o   Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
o   Stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði
o   Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervi hjá kommununi
o   Skrivari hjá teknisku nevnd
o   Ráðgeving av leiðslu og býráðslimum í tekniskum málum Førleikakrøv

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umsøkjarar eiga at hava:
o   Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði saman við royndum
o   Góðan kunnleika til leiðslu og fíggjarstýring
o   Góð samstarvsevni
o   Hollan telduførleika
o   Evni at raðfesta, arbeiða undir trýsti og at hava nógv virksemi í gongd í senn.

Fyrimunir
o   Førleika í projekterings arbeiði
o   Kunnleika til 360 journalskipan
o   Kunnleika til Navision
o   Kunnleika til ArcGIS
o   Kommunalt innlit
o   Leiðsluroyndir
o   Opin og fyrikomandi
o   Royndir innan omanfyri lýstu høvuðsuppgávur

Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir í Eysturoynni og Streymoynni og fólkatalið er tilsamans 1.800.  Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandi leiklut í framhaldandi menningini av kommununi.

Tekniski leiðarin hevur tilvísing til borgarstjóran. Kommunuskrivstovan er á Oyrarbakka og í kommunufyrisitingini starvast 10 fólk. Tekniskia økið er skipað við tekniskum leiðara, málsviðgera og tveimum eindum við umsjónarmonnum, ávikavist veitingareind og ognareind.

Starvið verður at seta 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar fáast við at venda tær til borgarstjóran á telefon 66 72 72.

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagið 25. januar 2019. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.



Les meira