Summarstarv

ArtiCon


Er tú lesandi innan verkfrøði, byggifrøði ella líknandi, er tú vælkomin at søkja um summarstarv hjá okkum.

Á hvørjum ári hava vit nøkur lesandi í summarstarvi. Lesandi sleppa at royna teori í praksis saman við okkara dugnaligu starvsfeløgum. Vit hava fleiri størri og smærri spennandi verkætlanir runt landið, og eru góðir møguleikar fyri lesandi at fáa eina góða hóming av byggi- og anleggsvinnuni.

Her er eitt dømi um eina útsøgn frá einum lesandi, sum hevur verið í summarstarvi hjá okkum:

“Tað hevur verið mær til góða nýttu eitt nú at kunna reflektera yvir, hvussu tað er at vera í starvi. Men eisini at reflektera yvir hvør byggifrøðingur eg vil vera í starvinum.

Hetta semestrið havi eg skrivað eitt minni spesiali, ið viðgjørdi tað byggifrøðiliga arbeiðið hjá einum entreprenøri, og hvussu ein fyritøka er betri enn ein onnur, og hvør hugburður kundi gagnast fyritøkum í bransjuni.

Í míni væleydnaðu uppgávu veit eg, at tað gagnaðist mær, at eg kundi enda við perspektivum frá egnum observatiónum”

Kom og práta við okkum á Jobmatch. Vit eru at finna á bási nr. 49

 



Les meira