Stovnsleiðari til Frítíðarskúlan í Hoyvík og Klubb 188

Tórshavnar Kommuna


Tórshavnar kommuna søkir eftir stovnsleiðara til Frítíðarskúlan í Hoyvík og Klubb 188 at byrja 1. februar 2024 ella eftir nærri avtalu. Frítíðarskúlin hevur pláss fyri 96 børnum í 1. og 2. flokki, meðan frítíðartilboðið til 3. flokk er fyri øll børn í 3. flokki í Hoyvíkar skúla.

Frítíðarskúlin er í náttúru góðum umhvørvi og í grannalagnum er ein tjørn, sum verður nógv brúkt. Úti er gott pláss, og í garðinum er millum annað ein stór fløta, fótbóltsvøllur og ymiskt annað. Her fáa børnini rørt seg kropsliga og stimbrað sínar sansir. Frítíðarskúlin í Hoyvík bjóðar børnum eitt trygt, stuttligt og læruríkt umhvørvi, har fleiri av starvsfólkunum hava drúgvar námsfrøðiligar royndir. Á stovninum starvast bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, umframt køksfólk og reingerðarfólk.

Klubb 188 er ungdómshúsið í Hoyvík og heldur til í somu hølum sum frítíðarskúlin. Ungdómsvirksemi fer fram um kvøldi og er ætlað ungum úr 6. fl. til 17 ár. Í Klubb 188 er eitt av endamálunum, at tey ungu kenna seg trygg, sædd og vird.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum námsfakligum støði. Ein leiðara sum megnar at leiða starvsfólk og at ganga undan í námsfrøðiliga virkseminum. Somuleiðis hevur tað týdning, at viðkomandi dugir at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.

Um starvið
Sum stovnsleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum stovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti felags kós og námsfrøðiligari dygd. Starvið krevur, at tú:

– hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum í frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum, og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
– hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
– hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
– hevur ábyrgd av at tryggja at stovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
– hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum stovnsvirksemi á stovninum
– hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
– hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
– hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
– støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum

Førleikakrøv
– Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
– Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
– Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovnunum
– Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
– Megnar at samstarva og taka sjálvstøðugar avgerðir
– Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
– Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
– Tú dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovnunum
– Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
– Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. februar 2024 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. januar 2024.

Samband
Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, eindarleiðara, ella Jan M. Laursen, deildarleiðara á Børn og ung, á telefon 30 20 10.

Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum, sum varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðarum og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og ungdómsvirksemi. Á økinum eru 37 dagstovnaleiðarar og arbeiða umleið 800 starvsfólk, og oman fyri 3.000 børn eru knýtt at virkseminum hjá B&U, ið hevur ein játtanarkarm upp á umleið 250 mió. kr.



Les meira