Stovnsleiðari til Býlingshúsið undir Fjalli
Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar kommuna søkir eftir stovnsleiðara til Býlingshúsið undir Fjalli at byrja 1. februar 2024 ella eftir nærri avtalu. Á stovninum eru tvær barnagarðsstovur og ein vøggustova og pláss er fyri 46 børnum.
Býlingshúsið undir Fjalli er ein hugnaligur stovnur við heimligum dámi og hevur meira enn 30 ár á baki. Nærvera er ein týðandi partur av arbeiðinum, so at børn og vaksin trívast og mennast í einum tryggum umhvørvi.
Vit ímynda okkum ein leiðara, sum megnar at leiða námsfrøðiligt virksemi og starvsfólk á stovninum. Ein leiðara sum hevur hugsjónir og vil virka fyri einum høgum fakligum støði. Somuleiðis hevur tað týdning, at leiðarin dugur at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.
Um starvið
Sum stovnsleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum stovnsleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti felags kós og námsfrøðiligari dygd. Starvið krevur, at tú:
– hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
– hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
– hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
– hevur ábyrgd av at tryggja at stovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
– hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum stovnsvirksemi á stovninum
– hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
– hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
– hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
– støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum
Førleikakrøv
– Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
– Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
– Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
– Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
– Megnar at samstarva og taka sjálvstøðugar avgerðir
– Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
– Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
– Tú dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja og at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
– Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
– Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. februar 2024 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. januar 2024.
Samband
Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, eindarleiðara, ella Jan M. Laursen, deildarleiðara á Børn og ung, á telefon 30 20 10.
Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum, sum varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðarum og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og ungdómsvirksemi. Á økinum eru 37 dagstovnaleiðarar og arbeiða umleið 800 starvsfólk, og oman fyri 3.000 børn eru knýtt at virkseminum hjá B&U, ið hevur ein játtanarkarm upp á umleið 250 mió. kr.