Starvsvenjing/uppgávuskriving á Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic


Eitt orðatak sigur, at lærdómur er góður at halla seg at. Hesum taka vit undir við á Varðanum Pelagic og vilja tí fegin samstarva við lesandi í mun til uppgávur og starvsvenjing

Varðin Pelagic er eitt framkomið og fjølbroytt arbeiðspláss. Hjá okkum kunnu lesandi vinna sær vitan og fáa praktiskar royndir innan føroysku uppsjóvarvinnuna. Eisini er møguleiki at skriva uppgávu saman við okkum innan:

Sølu
Marknaðarførslu
Vørumenning
Logistikk
HR
El og maskin

Hetta eru bert nøkur dømi, og vit eru altíð áhugað at frætta frá lesandi um teirra áhugamál og ynskir. Bílegg eitt prát við okkum á Jobmatch ella set teg í samband við okkara HR-deild á vphr@vardin.fo ella tlf nr. 521364.

CSR og heimsmálini fyri burðardygga menning
Varðin Pelagic hevur sett sum mál at samanflætta CSR (corporate social responsibility) saman teimum 17 heimsmálunum. Hetta er ein stór uppgáva, ið krevur nógva tíð og orku. Tí leita vit eftir rætta lesandi, ið eru undir viðkomandi útbúgving, at koma í starvsvenjing og skriva uppgávu saman við okkum um hetta evnið. Uppgávan verður gjørd í tøttum samstarvi við okkara sølu-, marknaðar-, og HR-deild.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at vitja okkara bás á Jobmatch ella seta teg í samband við okkara HR-deild á vphr@vardin.fo ella tlf nr. 521364.



Les meira