Starvsvenjing (praktikk) hjá J&K Petersen
J & K Petersen Contractors
Hevur tú hug at arbeiða við uppgávum úti á byggiplássinum og lesur tú byggi- ella verkfrøði, so er hetta nakað fyri teg.
Profilur: Vit eru eitt stórt byggifelag, sum arbeiða innan tvey høvuðsøki: Verklagsarbeiði – vegir, havnir, flogvøllir, tunlar – á landi og sjógvi- Byggiarbeiði – bygningar, brýr, kaiir – Betong og timburarbeiði.
Harumframt hevur J&K eitt sjálvstøðugt dótturfelag, sum veitir sement til nógvar ymiskar kundar í Føroyum.
Stutt um teg og starvsvenjingina:
- Tú lesur til byggifrøðing ella verkfrøðing
- Verklags- ella byggiuppgávur hava tín áhuga
- Veður og vindur forðar tær ikki
- Tú hevur koyrikort (Ikki ein treyt)
- Starvsvenjingin er ein samanseting av byggiplássi og skrivstovuarbeiði
Tú kanst millum annað vænta at arbeiða við:
Góðskustýring, Heilsu, trygd og arbeiðsumhvørvi. Tekningum og útrokningum. Uppmáting og avseting og viðgerð av dáta. Taka lut á byggifundum og annað.
Væntandi kemur tú at arbeiða á einum av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum.
Fleiri upplýsingar: Arbeiðsmál er føroyskt/danskt/enskt
Seta teg í samband við Finnur Joensen á tlf. +298 585036 ella send spurningar á teldupost finnur@jkp.fo
Tú kanst søkja her
Um J & K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði arbeiðir fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 210 fólk starvast í fyritøkuni.
Føroysk bygging – Fakligur stoltleiki