Starvsvenjing í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna


Fá eitt gott netverk og fakligar royndir lestrarárini. Ert tú lesandi og tørvar tær eitt pláss í sambandi við starvsvenjing? Tórshavnar kommuna bjóðar javnan starvslesandi eitt pláss undir lestrartíðini, og møguliga kunnu vit eisini bjóða tær eitt.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkara starvsfólkadeild, sum tekur ímóti umsóknum frá starvslesandi. Send umsóknina umvegis teldupost á torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina “Lesandi”. Hevur tú okkurt at spyrja um, ert tú eisini vælkomin at venda tær til starvsfólkadeildina á telefon 302010.

Tórshavnar kommuna sum arbeiðspláss
Tórshavnar kommuna er eitt fjølbroytt arbeiðspláss. Her eru nógvar ymiskar fakligheitir undir sama taki, og hetta ger Tórshavnar kommunu til eitt spennandi arbeiðspláss. Vit leggja stóran dent á at veita gott fakligt innlit, ið samsvarar við lestrargongdini hjá tær umframt at menna tína tilvitan innan økið, sum kann geva tíni teoretisku vitan bein at ganga á.

Øki, ið vit umsita, eru: Tekniska fyrisiting, Heilsu- & umsorganartænasta, Trivnaðarfyrisiting, sum m.a. umfatar børn & ung, skúlaskap, mentanar- og ítróttaøkið, og Miðfyrisiting, sum umfatar kt, hr, løgfrøði, fíggjarøkið og borgaratænastu.

Bílegg eitt JobPrát ella kom og vitja okkum á bási 1 í Forhøllini.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.



Les meira