Starvsvenjing í Miðlatúni og Visit Suðuroy

Vágs Kommuna


Miðlatún, sum húsar Visit Suðuroy skrivstovu, arbeiðir fyri at leiðbeina, menna og samskipa ferðavinnutilboð og vinnuna í Vági.

Í Miðlatúni vilja okur fegin hava lesandi í starvsvenjing. Okur hava ymiskar verkætlanir og uppgávur, ið okur ynskja, at lesandi hjálpa okkum við. Eisini eru okur opin fyri at arbeiða við nýggjum hugskotum um, hvussu okur menna upplivingar- og ferðavinnuna í Vági og nærumhvørvinum.



Les meira