Starvsvenjing hjá J & K Petersen

J & K Petersen Contractors


Starvsvenjing (praktikk) hjá J&K Petersen

Hevur tú hug at arbeiða við uppgávum úti á byggiplássinum og lesur tú byggi- ella verkfrøði, so er hetta nakað fyri teg.

Profilur: Vit eru eitt stórt byggifelag, sum arbeiða innan tvey høvuðsøki: Verklagsarbeiði – vegir, havnir, flogvøllir, tunlar – á landi og sjógvi- Byggiarbeiði – bygningar, brýr, kaiir – Betong og timburarbeiði.

Harumframt hevur J&K eitt sjálvstøðugt dótturfelag, sum veitir sement til nógvar ymiskar kundar í Føroyum.

Stutt um teg og starvsvenjingina:

Tú lesur til byggifrøðing ella verkfrøðing
Verklags- ella byggiuppgávur hava tín áhuga
Veður og vindur forðar tær ikki
Tú hevur koyrikort (Ikki ein treyt)
Starvsvenjingin er ein samanseting av byggiplássi og skrivstovuarbeiði

Tú kanst millum annað vænta at arbeiða við:

Góðskustýring, Heilsu, trygd og arbeiðsumhvørvi. Tekningum og útrokningum. Uppmáting og avseting og viðgerð av dáta. Taka lut á byggifundum og annað.

Væntandi kemur tú at arbeiða á einum av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum.

Fleiri upplýsingar: Arbeiðsmál er føroyskt/danskt/enskt

Seta teg í samband við Finnur Joensen á tlf. +298 585036 ella send spurningar á teldupost finnur@jkp.fo

Søk á hesari leinkju.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði arbeiðir fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 210 fólk starvast í fyritøkuni.

Føroysk bygging – Fakligur stoltleiki



Les meira