Starvsvenjing hjá ArtiCon

ArtiCon


Hjá ArtiCon ynskja vit at samstarva við lesandi. Tað gera vit við millum annað at bjóða lesandi starvsvenjing. Vit bjóða eisini verkætlanar samstarv við lesandi innan verkfrøði og byggifrøði.

Tá tú kemur í starvsvenjing hjá okkum, sleppur tú veruliga at royna teg saman við okkara dugnaligu starvsfólkum. Vit leggja stóran dent á, at lesandi mennast bæði fakliga og persónliga gjøgnum starvsvenjingina.

Vitja okkum á bási 49. Vit gleða okkum at møta tær.



Les meira