Starvsvenjing ella verkætlan í Páls Høll og Marghøllin

Vágs Kommuna


Páls Høll er baðiland, ið húsar 50-metra hyli, heitum barnahyli, vatnrussjibreyt og heitir pottar. Marghøllin er størsta ítróttarhøll í landinum, ið hevur innadura graslíkisvøll, klintrivegg, rennibreyt o.a.

Hallirnar báðar eru grundarsteinar í upplivingar- og ferðavinnuni í Vági. Tí ynskja okur at fáa lesandi, ið kunnu hjálpa okkum við ítøkiligum verkætlanum og uppgávum. Eisini eru okur opin fyri at arbeiða við nýggjum hugskotum um, hvussu okur víðka um núverandi tilboð og menna tænastustøðið í Páls Høll og Marghøllini.

 

 



Les meira