Starvsvenjing ella samstarv um uppgávur

Landsverk


Landsverk bjóðar fegin lesandi í starvsvenjing og samstarv um serritgerðir og aðrar uppgávur

Landsverk hevur seinnu árini tikið fleiri lærlingar og eisini praktikantar inn á stovnin. Á henda hátt verður roynt at skapa karmar fyri teimum lesandi, ið sleppa at royna seg á einum arbeiðsplássi undir lestrartíðini. Eisini ígjøgnum okkara sonevndu summarfuglaskipan hava tey lesandi møguleika fyri at søkja sær arbeiði á Landsverki í summarfrítíðini.

Í ár bjóða vit eisini lesandi at skriva uppgávu um okkum. Við okkum á Jobmatch hava vit fleiri ítøkilig dømir um áhugaverd evni, sum lesandi kundu havt áhuga í at skriva uppgávu um.

Kom og vitja okkum á bási nr. 27 inni í Høllini og hoyr nógv meira um hesi evnir og møguleikar og um okkara fjøltáttaða og spennandi arbeiðspláss.



Les meira