Starvspraktikantur hjá SNA innan arkitekta- og byggifrøðingafakið

SNA


Nú hevur tú møguleikan at koma í starvsvenjing í eini føroyskari arkitektafyritøku, sum setir dygd og trivnað í hásæti. Okkara tilvera er grundað á fakliga vitan, og tí raðfesta vit útbúgving og vilja fegin samstarva vit teg, ið er undir hægri lesnaði.

Vit hava bæði størri og smærri verkætlanir, so góður møguleiki er at fáa fjølbroyttar uppgávur, avbjóðingar og royndir í starvstíðini, har tú kemur at arbeiða í toymum saman við okkara dugnaligu starvsfólkum.

Arbeiðsøki
Starvið sum Starvspraktikantur innan arkitektafakið fevnir millum annað um:
·        Skitsering og kreativar loysnir
·        Digital modellering, har tú arbeiðir við Revit og øðrum forritum
·        Projekteringsuppgávur
·        Fakeftirlit
·        KS-arbeiði

Men vit frætta fegin meira um tað, tú brennir fyri í lesnaðinum!

Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú hevur lisið eina tíð, men manglar ta síðstu praktikkina.

Vit bjóða
Eina spennandi og avbjóðandi praktiktíð, har tú hevur møguleika at ávirka og fáa ábyrgd. Tú hevur góðar umstøður at menna teg bæði persónliga og fakliga, so tú leggur lunnar undir eina komandi yrkisleið.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til praktikkstarv hjá okkum, kanst tú venda tær til Anyu S. Midjord, á tlf. 554824, ella skiva til job@sna.fo.

Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skal sendast til job@sna.fo.

SNA
SNA er ein norðurlendsk arkitektafyritøka, sum hevur høvuðssæti í Tórshavn og eina deild í Keypmannahavn.

SNA hevur síðani stovnan í 2001 ment seg til at gerast eitt tað størsta arkitektavirkið í Føroyum í, sum í dag kann vísa á eitt stórt tal av byggiverkætlanum, sum eru mentar hesi árini. SNA hevur drúgvar royndir frá nógvum almennum, kommunalum og privatum byggiverkætlanum.

Í fyritøkuni starvast 27 fólk.

SNA arbeiðir í løtuni við fleiri størri verkætlanum, sum kunnu síggjast á heimasíðu okkara SNA.FO.

Somuleiðis arbeiðir SNA m.a. við býarplanleggingar uppgávum fyri føroyskar kommunur.

Okkara mál er at vera ein eftirspurdur samstarvspartnari í norðurlendskum verkætlanum.



Les meira