Starvslesandi við áhuga fyri HR og employer branding

Almannaverkið


Ert tú í holt við síðsta part av tíni útbúgving? Hevur tú áhuga í HR og marknaðarføring? Sum lesandi kanst tú koma í starvsvenjing á einum av størstu og kanska mest fjøltáttaðu arbeiðsplássunum í Føroyum

Vit leita eftir einum lesandi til arbeiðsuppgávur innan rekruttering. Ítøkiliga kemur tú at arbeiða við, hvussu Almannaverkið kann gerast eitt natúrligt fyrsta val hjá teimum, sum útbúgva seg innan teir fakbólkar, vit seta í starv.

Hvussu skapa vit samband við lesandi?
Hvussu gerast vit enn meiri áhugaverd sum starvsvenjingarstaður?
Onnur átøk, sum kunnu kveikja áhugan hjá komandi starvssøkjandi

Sum starvslesandi verður tú partur av dagligu arbeiðsgongdini á HR og stjóraskrivstovuni og fær við hesum innlit í tey øki, deildin umsitur. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt við nærri avtalaðum uppgávum, umframt at samstarva við fleiri partar av Almannaverkinum og uttanhýsis samstarvsfelagar.

Um teg
Tú lesur á hægri lærustovni t.d. HR, samskifti ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur lokið útbúgving á bachelorstigi og er byrjað/ur uppá yvirbygnaðin í tínum lestri. Tú hevur góð samstarvsevni og trívist við at arbeiða bæði sjálvstøðugt, og sum partur av einum toymi.

Um HR og stjóraskrivstovuna
HR og stjóraskrivstovan stuðlar og ráðgevur leiðsluni. Harumframt hevur deildin eina røð av uppgávum innan HR, ið yvirskipað hava til endamáls, at Almannaverkið til eina og hvørja tíð kann fáa, menna og fasthalda tey røttu starvsfólkini.

Ítøkiliga fáast vit við m.a. starvsfólka- og lønarumsiting, leiðslumenning, løgfrøðilig ráðgeving til leiðslu í starvsfólkamálum, at ráðgeva og sparra við leiðslu, gera vegleiðingar og reglur, samskifti við álitisfólk, fakfeløg og aðrar myndugleikar, menningaruppgávur og verkætlanir, tvørgangandi tiltøk og at vera skrivstova hjá stjóranum.

Vit kunnu bjóða
Tú fært roynt tína vitan í praksiss og sleppur at loysa ítøkiligar uppgávur. Møguleiki er eisini at skriva uppgávu í samstarvi við okkum. Starvstíðin er ein lestrarhálva og kann lagast eftir tínum umstøðum. Starvið er ólønt.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 5. januar 2020 kl. 23.00.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at vitja okkum á Jobmatch tann 28. desember.

Eisini kunnu fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Thomas Magnussen, deildarleiðari á HR og stjóraskrivstovuni, á telefon 347008.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.



Les meira