Starvslesandi til SNA Sp/f

SNA


Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f leitar eftir einum starvslesandi at hjálpa okkum við ymsum samskiftisuppgávum

Sum starvslesandi hjá SNA Arkitektum eru uppgávurnar nógvar, men fyrst og fremst leita vit eftir tær, sum kann hjálpa okkum við at menna okkara talgilda samleika.

Hvør ert tú?
Vit ímynda okkum, at tú ert í holtur við útbúgving innan samskifti, marknaðarføring, journalistik og miðlar ella o.l. Tú hevur eina grundleggjandi vitan um talgildar miðlar, og so veitst tú eisini, hvat riggar, og hvat ikki riggar á sosialu miðlunum. Tú elskar at finna og fortelja ta góðu søguna, og tú bæði dugir og tímir at skriva. Tú hevur ein brennandi áhuga fyri nýggjum miðlum, apps og samskifti sum heild. Tað er ein fyrimunir, tó ikki eitt krav, um tú hevur royndir við mynda- og videoarbeiði og dugir at brúka Photoshop, InDesign e.l. Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd, og tú hevur góð samstarvsevni.

Arbeiðsuppgávur
Sum starvslesandi fært tú royndir við branding, sosialum miðlum, heimasíðuarbeiði og øðrum viðkomandi samskiftisuppgávum. Í tøttum samstarvi við leiðsluna fært tú ábyrgdina av at menna sosialu miðlarnar hjá okkum, soleiðis at SNA Arkitektar fær ein sterkan, digitalan samleika. Harumframt skalt tú hjálpa okkum við at skriva tilfar til heimasíðuna, og kanska hevur tú eisini onkur hugskot til, hvussu vit kunnu betra um talgildu pallarnar hjá okkum. Tú verður knýtt/ur at leiðslutoyminum.

Hvørji eru vit?
SNA Sp/f er ein nýmótans arkitektafyritøka við 25 starvsfólkum í Føroyum og Danmark. Okkara visión er at gera dreymar til arkitektur. Vit eru við í bæði stórum og smáum verkætlanum. Aðalmálið í øllum arbeiðum er at loysa fjølbroyttar byggiverkætlanir fyri at nøkta tørvin og fremja trivnaðin hjá ánarum og brúkarum.

Starv og umsókn
Starvið er fulla tíð frá januar til juni, tó eru arbeiðstíðirnar smidligar, soleiðis at tað passar við skúlagongd, royndum o.ø. Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn og títt lívsrensl á job@sna.fo

Vilt tú vita meira, ella hevur tú spurningar, so set teg endiliga í samband við okkum. Skriva til asm@sna.fo ella ring 554824, Anya S. Midjord.

Les meira um okkum á www.sna.fo



Les meira