Starvslesandi til Sendistovur Føroya

Sendistovur Føroya


Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi (stagiare) á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík, Moskva og Beijing.

Umsóknarfreistirnar eru um hálvan mars fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár, og um miðjan september fyri fyrra hálvár.

Uppgávur
Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóðafelagskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningur og leita eftir upplýsingum.

Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi.

Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgving tíni.

Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.

Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.



Les meira