Starvsfólk til Visit Runavík

Visit Runavík


Hevur tú hug at skapa og seta hugskot í verk, marknaðarføra og skipa mentanartiltøk? Visit Runavík søkir eftir einum ágrýtnum starvsfólki til okkara toymi.

Saman við toyminum fert tú at menna ferðavinnuna sum vinnu í allari kommununi, framleiða tilfar, samskipa verkætlanir og marknaðarføra á talgildum miðlum. Uppgávurnar fevna eisini um at veita vitjandi góða vegleiðing og tænastu.

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú hevur áhuga fyri ferðavinnu og mentan. Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastusinnaður. Tað er neyðugt, at tú hevur hollan málkunnleika; serstakliga í føroyskum, enskum og norðurlendskum málum. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis trívist og raðfestir toymisarbeiði. Nýhugsan og dirvi eru høgt í metum í toyminum.

Vit bjóða eitt starv, har stundir eru til menning og nýhugsan í einum fjølbroyttum og stundum rokaligum gerandisdegi. Tú fært m.a. ábyrgd av at samskipa tiltøk og marknaðarføring. Vanlig skrivstovuavgreiðsla verður eisini ein uppgáva. Á Visit Runavík arbeiða ein leiðari og tvey starvsfólk. Toymið er lítið og neyðugt er at tola broytingar og hava eina fjøltáttaða vitan. Tú fært møguleika at hava ávirkan á virksemið.

Setanarviðurskifti Starvsstaðurin er í Visit Runavík í Saltangará. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv 20 tímar um vikuna. Byrjanardagurin er 15. januar 2024 og fram til 15. januar 2025. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

Umsókn við prógvi og CV skal verða Marjun Niclasen, leiðara, í hendi í seinasta lagi í seinasta lagi 31. desember 2023. Umsóknin verður stílað til : marjun@runavik.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Marjuna Niclasen, tel

Bílegg eitt JobPrát við okkum ella vitja okkum á bás nr. 17



Les meira