Starvsfólk til Visit Runavík- endurlýsing

Visit Runavík


Hevur tú hug at skapa og seta hugskot í verk, marknaðarføra og skipa mentanartiltøk? Visit Runavík søkir eftir einum ágrýtnum starvsfólki til okkara toymi

Saman við toyminum fert tú at menna ferðavinnuna sum vinnu í allari kommununi, framleiða tilfar, samskipa verkætlanir og marknaðarføra á talgildum miðlum. Uppgávurnar fevna eisini um at veita vitjandi góða vegleiðing og tænastu.

Fyri okkum er tað umráðandi, at tú hevur áhuga fyri ferðavinnu og mentan. Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastusinnaður. Tað er neyðugt, at tú hevur hollan málkunnleika, serliga í føroyskum, enskum og norðurlendskum málum. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis trívist og raðfestir toymisarbeiði. Nýhugsan og dirvi eru høgt í metum í toyminum.

Vit bjóða eitt starv, har stundir eru til menning og nýhugsan í einum fjølbroyttum og stundum rokaligum gerandisdegi. Tú fært ábyrgd av at samskipa tiltøk og verkætlanir. Vanlig skrivstovuavgreiðsla verður eisini ein uppgáva. Á Visit Runavík arbeiða ein leiðari og tvey starvsfólk. Toymið er lítið og neyðugt er at tola broytingar og hava eina fjøltáttaða vitan. Tú fært møguleika at hava ávirkan á virksemið. Talan er um fast starv 20 tímar um vikuna.

Starvsstaðurin er í Visit Runavík í Saltangará. Byrjanardagurin er 10. januar 2022 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Marjuna Niclasen, leiðara, tel 237060 ella skriva til marjun@runavik.fo, viðmerk “ Starvsfólk til Visit Runavík”. Til ber at søkja um starvið á www.runavik.fo /Leys størv Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2021.



Les meira