Starvsfólk til vatndeildina – longd freist
Klaksvíkar kommuna
Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu er eitt starv leyst at søkja. Vatndeildin húsast á Stoksoyavegnum í Klaksvík.
Vit ynskja at
Tú hevur gott handalag og ikki ert bangin fyri at taka eitt eyka tak tá á stendur. Vit krevja onga ávísa útbúgving, men tað er gott um tú kennir til ella hevur áhuga fyri tí handverksliga og hevur viðkomandi starvsroyndir innan hetta.
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum og vilt taka ábyrgd. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Uppgávur
Starvið umfatar viðlíkahald av øllum vatnverkunum og vatnleiðingunum í Klaksvíkar kommunu, umframt arbeiði við sjóhitaskipan og gøtuljósum. Talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Í stuttum inniber eitt starv á vatndeildini
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. februar 2024 ella skjótast møguligt.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag.
Dømi um lønarflokking alt eftir viðkomandi fakligum førleikum
Maskinmeistari víðka prógv flokkur 12, maskinmeistari uttan el-tekniskar førleikar flokkur 10, makskinistur flokkur 8, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Handverkari fastlønarsáttmáli millum KAF og Føroya Handverkarafelag.
Harafturat verður vaktargjald latið.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ásmundi úr Hvalvík, leiðara á vatndeildini á tel. 221734 ella tpost. asmundurh@klaksvik.fo
Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 7. januar 2024
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið her”, ið er niðast á síðuni.
Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Svínoy, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú partur av einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi. Tað starvast trý fólk á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu.