Starvsfólk til stovnin Sólareygað

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Sólareygað eftir einum námsfrøðingi og tveimum hjálparfólkum.

Størvini eru ímillum 30-35 tímar um vikuna. Størvini sum hjálparfólk og námsfrøðingur eru til setan ávíkavist 1. februar og 15. februar 2020, ella eftir nærri avtalu.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast ístaðin í tíðaravmarkað starv.

VIT VÆNTA
• eitt starvsfólk, sum er nærverandi og gevandi
• eitt starvsfólk, sum tekur ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar saman við okkum
• eitt starvsfólk, sum hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra, hetta í tráð við okkara menningarætlan
• eitt starvsfólk sum virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

VIT BJÓÐA
• eitt starv har útilív, rørsla og heilsa er ein inngrógvin partur av dagligdegnum
• eitt starv har upplivingar og granskingar á barnahædd eru ein stórur partur av dagligdegnum
• eitt starv við aktivum og kveikjandi vaksnum, har samanhald og viðurkenning eru grundarsteinar

VIT YNSKJA
• at geva børnunum mennandi og spennandi upplivingar og avbjóðingar
• at geva børnunum møguleika at hugsavna seg og at vera í ró
• at geva børnunum møguleika til frítt spæl og at brúka egið hugflog
• at børnini skulu kenna seg trygg
• at vit hava eitt gott foreldrasamstarv

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. januar 2020 viðmerkja „Umsókn til Dagstovnin Sólareygað“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302430 / 287150 ella Elsu Joensen, varaleiðara, telefon 219419, ella at vitja heimasíðu okkara www.solareygað.com



Les meira