Starvsfólk til sertoymið á Frælsinum

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til sertoymið at byrja 15. januar 2019 ella eftir nærri avtalu.
Størvini eru ávikavíst 25 og 30 tímar um vikuna.

Sertoymið á Frælsinum hevur sína egnu eind til børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í skúlanum á Trøðni. Hetta er ein lítil eind við fáum børnum, sum hava serligar avbjóðingar. Eindin liggur tætt at skúlanum á Trøðni og vit hava eitt tætt samstarv við skúlan.

Virksemið tekur støði í autismunámsfrøði, men er bygt upp í mun til ítøkiliga tørvin hjá barninum.

Eindin á Frælsinum er partur av frítíðarstovninum í Kongagøtu og Spíranum í Havnardali. Børnini taka eisini lut í virkseminum á hesum stovnum í mest møguligan mun.

FØRLEIKAKRØV
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving og / ella royndum.

Vitan um autismu er ein fyrimunur og fær toymið eisini fakligan íblástur og ráðgeving.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ella annað avvarðandi felag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen, stovnsleiðara, á telefon 214041.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2019.



Les meira