Starvsfólk til Sambýlið á Eiðisgarði

Almannaverkið


Almannaverkið sóknast eftir einum starvsfólki til Sambýlið á Eiðisgarði í Vági.

Um starvið
Starv í Sambýlinum á Eiðisgarði á 40 tímar um vikuna at seta 1. januar 2020 ella eftir avtalu. Tó kann onnur avtala gerast um tímatalið.

Arbeiðstíðin er skiftandi í dag- kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur á Sambýlinum á Eiðisgarði
Uppgávan er at leggja námsfrøðiliga, heilsufakliga og praktiska arbeiðið á stovninum til rættis og í arbeiðinum at taka støði í tí einstaka borgaranum. Somuleiðis er uppgávan at skipa arbeiðið soleiðis, at borgarar kunnu nýta sínar førleikar til fulnar og veita umsorgan á fakliga høgum støði. Arbeitt verður við at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti, og at finna aktivitetir, sum kunnu stimbra borgaran.

Førleikar
Søkt verður eftir námsfrøðingum, heilsurøktarum ella sjúkrarøktarfrøðingum. Umsøkjarar við royndum til at motivera fólk við sálarligum avbjóðingum og við viðkomandi royndum innan virkisøkið hjá Trivnaðardeplinum kunnu hava fyrimun. Neyðugt er, at umsøkjarar hava koyrikort til bil. Um ongin við viðkomandi útbúgving søkir, kann starvið vera fyribils sett við hjálparfólki.

Væntanir
Væntað verður, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan, og at tú ert opin fyri nýhugsan og fakligari menning. Væntað verður, at tú sært týdningin av góðum samstarvi, dugir at læra frá tær og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt verður væntað, at tú ert ágrýtin og hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta eisini, at tú hevur KT-førleika á brúkarastøði.

Um Eind 11
Tænasturnar hjá Almananverkinum í Trivnaðardeplinum í Suðuroynni eru savnaðar í Eind 11. Í Eindini eru dag- og samdøgurstilboð, sambýlir, vart verkstað, frítíðartilboð og stuðulsfólk.

Borgarar, sum fáa tænastu í Eind 11, eru børn, ung og vaksin, við ymiskum avbjóðingum innanfyri sálarsjúku, menningartarn, autismu, seinheilaskaða og skerdum arbeiðsførleikum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum, Eind 11. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  29.12.2019 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elken Holm Wentzlau, eindarleiðara, á tlf. 297800 ella Selmu Augustinussen, leiðara, á tlf. 297811.

Í Almannaverkinum starvast umleið 1000 starvsfólk úr 15 ymiskum starvsbólkum. Vit eru um alt landið í fleiri enn 65 bygningum. Í Almannaverkinum vilja vit gera mun við at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur. Allar tænasturnar hjá Almannaverkinum byggja tí á menniskja í síni heild. Fyri at møta borgarum har teir eru og at veita eitt sakligt og fakligt tilboð, er neyðugt við umfatandi førleikum. Breiða fakliga umhvørvið og fjølbroyttu avbjóðingarnar í Almannaverkinum tryggja, at starvsfólk áhaldandi kunnu fylgja sínum dreymum. Tey kunnu finna nýggjar avbjóðingar og mennast víðari í ymsu virkisøkjunum. At arbeiða í Almannaverkinum snýr seg um menniskju – borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Við ynskinum um at gera mun, kann yrkisleiðin setast saman uppá nærum óteljandi mátar.



Les meira