Starvsfólk til náttúru- og umhvørvisvernd

Umhvørvisstovan


Á sumri 2023 varð náttúruverndarlógin samtykt og løgd til Umhvørvisstovuna at umsita.  

Umhvørvisstovan søkir tí eftir starvsfólki til serliga at varða av náttúruverndarøkinum. Talan er um eitt nýtt starv nú lógin kemur í gildi 1. januar 2024. 

Um starvið
Uppgávan verður fyrst og fremst at arbeiða við náttúruverndarmálum og at vera við til at byggja upp eina nýggja náttúrufyrisiting við eitt nú at málsviðgera, at vera við til at orða kunngerðir til lógina og leggja ætlanir fyri náttúruverndarøkið.  Harafturat kanst tú verða partur av einum ella fleiri øðrum  toymum treytað av førleikum og áhuga.

Førleikar 
Vit vænta, at tú

– hevur hægri náttúruvísindaliga ella aðra viðkomandi útbúgving
– hevur áhuga fyri og kunnleika um náttúru og umhvørvi
– dugir væl at samskifta á skrift og í talu á føroyskum og enskum
– ert skipað/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
– ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni
– hevur góðar telduførleikar
– Viðkomandi royndir innan náttúruvernd og/ella almenna fyrisiting eru fyrimunir.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argjum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. januar 2024. Umsóknir skulu sendast við telduposti til starv@us.fo, viðmerk teldupostin “Starvsfólk til náttúru- og umhvørvisvernd”.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346.

Um Umhvørvisstovuna 
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív.

Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.



Les meira