Starvsfólk til Matrikul

Umhvørvisstovan


Hevur tú áhuga fyri skráseting av fastari ogn, og ert tú tøkniliga tilvitað/ur og nágreinilig/ur í tínum arbeiði, so er eitt starv á Matrikul leyst at søkja.

Um starvið

Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum at góðskutryggja og skráseta broytingar í matrikulin, sum er almenna skráin fyri fastar eigindómar í Føroyum. Harafturat kemur tú at arbeiða við:

Fyrireiking av matrikulerum málum
– Journalisering og øðrum fyrifallandi skrivstovuuppgávum
– Luttøku í og ábyrgd av verkætlanum innan nýmótansgerð og talgilding av matrikulerum arbeiði
– Vit bjóða tær eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og tínar starvsfelagar á Umhvørvisstovuni.

Førleikar

Vit vænta at tú

– hevur viðkomandi útbúgving á akademi- ella bachelorstigi innan skrivstovuhald og málsviðgerð, uppmáting og kortlegging ella aðra viðkomandi útbúgving.
– ert ábyrgdarfull/ur
– hevur góð samstarvsevni og áhuga fyri at menna matrikulera arbeiðsøkið
– hevur góð samskiftisevni, bæði í skrift og talu, og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk.
– hevur góðar telduførleikar

Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum spennandi avbjóðingar, og at tú røkkur teimum málum, sum tú setur tær.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til matrikulert arbeiði og/ella almenna fyrisiting.

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Arbeiðsstaðurin er Umhvørvisstovan, Argir. Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 25. januar 2024. Umsóknir skulu sendast við telduposti til starv@us.fo. Viðmerk teldupostin “Starvsfólk til Matrikul”.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jeppe Sommer Bruun, deildarleiðara, teldupost: jeppeb@us.fo tlf. 342411.

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.



Les meira