Starvsfólk til Frítíðarskúlan Smílibýlið

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir einum starvsfólki at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 4. januar 2021.

Starvið er tíðaravmarkað fram til 18. juni 2021.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1. og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Vit leggja dent á at øll skulu trívast og verða ein partur av tí góða felagsskapinum, og at øll hava møguleika at brúka sínar styrkir og førleikar.

Á stovninum er fjølbroytt virksemi, tónleikarúm og verkstaður, umframt at vit javnan eru túrar úti av húsinum.

Vit søkja eftir einum fólki ið er nærverandi, vil arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og og hevur áhuga í virkseminum í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit at tú tekur ábyrgd, ert jalig/-ur, ert aktiv/-ur saman við børnunum, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn
Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi 3. januar 2021. Viðmerk »Smílibýlið«.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 210045.



Les meira