Starvsfólk til Býlingshúsið Inni á Gøtu

Býlingshúsið Inni á Gøtu


Tórshavnar kommuna sóknast vegna býlingshúsið Inni á Gøtu eftir starvsfolk.

Størvini

  • Námsfrøðingur í barnagarði við 16 børnum, 20 tímar um vikuna við starvsbyrjan 15. februar 2021
  • Námsfrøðingur í barnagarði við 20 børnum, 32 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv fram til 1. juli 2022, við starvsbyrjan 5. januar 2022 ella eftir narri avtalu
  • Somuleiðis verður søkt eftir avloysara, sum kann arbeiða, tá tørvur er á tí

Stovnurin
Í býlingshúsinum Inni á Gøtu eru vit í ferð við at menna ein spennandi stovn. Ein stovn har trivnaður og nærsambond eru í brennidepilnum. Vit ynskja, at øll kenna seg vælkomnan, tá íð tey trína inn um dyrnar.

Á stovninum starvast ein nýggjur og jaligur starvsfólkabólkur. Starvsfólkini eru altíð klar at geva eina hjálpandi hond tvørtur um allar stovurnar. Øll starvsfólk raðfesta álit, samstarv og tann jaliga tónan høgt.

Sum námsfrøðingur í barnagarðinim Inni á Gøtu hevur tú ein stóran møguleika at vera við til at menna og skapa námsfrøðina og mentanina á stovninum.

Tí leita vit eftir námsfrøðingum, ið leggja stóran dent á at skapa góð sambond og hava bæði evnir og hugin til at vera partur av einum starvsfólkabólki í stórari menning.

Í løtuni starvast 5 námsfrøðingar og 12 hjálparfólk í býlingshúsinum Inni á Gøtu.

Gerandisdagurin verður ríkaður við 34 barnagarðsbørnum og 26 vøggustovubørnum, ið eru deild yvir tvær barnagarðstovur og tvær vøggustovur.

Vit vænta at

  • tú megnar at skapa góð sambond og ert jalig
  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð evni at samstarva og samskifta og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlit, tá ið á stendur
  • tú ert kreativ og bjoðar inn við hugskotum og aktivitetum

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag / Hjálparfólkafelagið og KAF.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett i tíðaravmarkað starv fram til juli 2022.

Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Rikke Bak, stovnsleiðara, telefon 59 55 33.

Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 2. januar 2022.



Les meira