Starvsfólk til bú- og viðgerðarstovn fyri børn

Almannaverkið


Søkt verður eftir starvsfólki, sum er áhugað í at arbeiða tvørfakliga, sum er umsorgarfult og hevur hug og vilja at geva námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsliga og kognitivt.

Um starvið

Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.  Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni. Miðað verður ímóti, at arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Handa Á í Havn.

Arbeiðsuppgávur

Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, og tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava. Í samráð við starvsfelagar og leiðslu fert tú leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at gera teimum eitt heimligt umhvørvi og at veita námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg, arbeiðshátturin tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarháttum. Umframt hetta verður arbeitt út frá Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker.

Skrivligar uppgávur eru partur av dagliga arbeiðinum.

Væntanir

Vit vænta, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði. Somuleiðis verður væntað, at tú ert fleksibul, tá ið tað kemur til arbeiðstíðirnar. Neyðugt er at hava koyrikort.

Førleikar

Tú skalt hava útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergoterapeutur ella sosialráðgevi. Umsøkjarar, ið hava heilsufakliga útbúgving, mugu hava royndir á psykiatriska økinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava royndir at arbeiða við børnum og ungum við avbjóðingum.

Vit kunnu bjóða tær

at arbeiða í einum stovni í menning við góðum treytum fyri menning av førleikum innan umsorganarsvík, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión.
at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP, Mentalisering og Low arousal-sosialnámsfrøði.
Barnaváttan

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 10. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Starvsfelagið.

Umsókn

Tú søkir starv við at trýsta her

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 05.12.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297426 ella Ninu Durhuus Fossádal, leiðara, á tlf. 297420

Um Eind 10

Eind 10 er partur av Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum og virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini og í samstarvi við  Barnaverndartænastuna.

Starvsfólkahópurin í Eind 10 er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum í námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.



Les meira