Starvsfólk til Barnaheimið

Almannaverkið


Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða tvørfakligt, sum er umsorgarfult og sum hevur hug og vilja at geva børnum námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at tey mennast sálarliga, sosialt, kropsligt og kognitivt.

Um starvið
Talan er um 2 størv 40 tímar um vikuna at byrja 01.02.2022 ella skjótast tilber. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni. Starvsstaðurin er Pedda við Steingøta 10,  í Tórshavn.

Útbúgving
Søkt verður eftir starvsfólki, sum hevur antin námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga útbúgving.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, og tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður mennandi og fyribyrgjandi. Støði verður tikið í, at starvsfólk taka ábyrgd av relatiónini við at seta seg inn í sálarligu, sosialu, kropsligu og kognitivu menningina hjá børnunum. Harumframt snýr arbeiðið seg um at seta seg inn í avbjóðingar og atferð, sum kunnu vera psykososialir og kensluligir trupulleikar. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Í starvinum eru skrivligar uppgávur eisini partur av tí dagliga arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjarin hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði. Somuleiðis verður væntað, at umsøkjari er fleksibul, tá ið tað kemur til arbeiðstíðirnar.

Væntanir
Vit vænta, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú í samráð við starvsfelagar og leiðslu leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.

Somuleiðis vænta vit, at tú arbeiðir eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum verða nýtt á stovninum og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum. Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, mentalisering, low arousal og boardmaker.

Vit vænta, at tú luttekur í tiltøkum og spølum, sum børnum annars dámar, so sum borðspøl, fysisk tiltøk og svimjing.

Eisini vænta vit eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir, eru tolin og hava jaliga menniskjafatan. Við viðurkennandi atburði fært tú børnini at kenna seg vird og tiknan í álvara.

Vit kunnu bjóða tær

  • góðar treytir fyri menning av førleikum, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión.
  • at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeiðshátturin er KRAP, Mentalisering og
  • Low arousal-sosialnámsfrøði.
  • at vera luttakandi í einum stovni í menning.

Um Eind 10
Eind 10 er partur av Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum og virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir avgerð frá høvuðsbarnaverndarnevndini og í samstarvi við  Barnaverndartænastuna.

Til eindina hoyrir Bú- og viðgerðarstovnurin Argjaboði, Móttøkudeildin, Familjudepilin, Nýggjastova, Trappustova, Heyggjarlon, Vættrastíggjur, Karlamagnusarbreyt.

Starvsfólkahópurin í Eind 10 er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum í námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.

Setanar– og lønarviðuskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 10. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv HER

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.12.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, tlf 297426 ella til Ninu Durhuus Fossádal, tlf. 297420.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.



Les meira