Starvsfólk at arbeiða sum stuðul hjá drongi aftaná skúlatíð

Almannaverkið


Almannaverkið sóknast eftir einum fólki at arbeiða sum stuðul hjá drongi, sum býr í Sunda kommunu. Arbeiðstíðin er yrkadagar aftaná skúlatíð

Um starvið
Starvið er 22,5 tímar um vikuna at byrja 20. februar 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er yrkadagar aftaná skúlatíð 12.30 – 17.00.

Førleikar
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella fólki aðrari námsfrøðiligari útbúgving. Um eingin skikkaður við nevndu útbúgvingum søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru, at drongurin fær innihald í dagligdagin, ájavnt við tað onnur børn fáa, sum  ganga á Frítíðarskúla. Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni.

Væntanir
Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri og ert við til at tilrættaleggja námsfrøðiliga arbeiðið, soleiðis at drongurin fær innihald í tíðina aftaná skúlatíð. Tað er ein treyt, at umsøkjarin megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirkar til tvørfakligt samstarv við skúla.

Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hevur góð samstarvsevnir, er tolin og hevur eina jaliga menniskjafatan. Somuleiðis verður væntað, at starvsfólkið við viðurkennandi atburði megnar at fáa borgaran at kenna seg virdan og tiknan í álvara.

Um Eind 5
Í Almannaverkinum er Eind 5 partur av Trivnaðardeplinum fyri børn, ung og vaksin við menningatarni og autismu í Suðurstreymoy.

Til Eindina hoyrir búfelagsskapur, búfyriskipan, sambýlir, frítíðartilboð, bú- og viðgerðartilboð og stuðulsfólk. Meiri kunning um Eindina fæst við at trýsta

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum – Eind 5. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur her

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið“.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 06.01.2020 kl. 12.00

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara ella til Ninu Fossadal, leiðara, á tlf. 297420.



Les meira