STARVIÐ SUM BÝARVERKFRØÐINGUR ER LEYST AT SØKJA

Tórshavnar kommuna


Kundi tú hugsað tær at havt ábyrgdina av undirstøðukervinum í Tórshavnar kommunu, herundir at menna, planleggja og umsita økið, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú kemur at arbeiða saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, og har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Tú kemur at hava ábyrgdina av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær innan økið, og kemur eisini at hava fíggjarliga ábyrgd, og vera leiðari fyri starvsfólkunum.

Á teknisku deild starvast íalt 90 fólk, harav 10 fólk í umsitingini.

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at gerast enn grønari og umhvørvisvinarligari, og sum býarverkfrøðingur fært tú ábyrgdina av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær innan umhvørvi á tínum øki.

Rakstrarjáttanin er umleið 84 mió. kr.

Kommunan er í eini tilgongd at menna tekniska øki við atliti at økta virkseminum í kommununi, og kemur tú at standa fyri hesum.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Umframt at vera býarverkfrøðingur, skalt tú leiða og skipa arbeiðið á deildini, harundir eisini fyrireika mál til politiska viðgerð og fremja í verki politiskar samtyktir innan virkisøkið hjá deildini.

Tú hevur ábyrgdina at skipa og menna undirstøðukervið í sambandi við at kommunan alsamt veksur, og hevur ábyrgdina av rakstri innan:

• Vegakervi við gongu- og súkklubreytum
• Asfaltering og uppmerking
• Kloakk, vatnveiting og gøtuljós
• Reinhald og kavarudding
• Ferðslu, parkering og ferðsluskeltir
• Bussleiðina
• Kort-skipan

Býarverkfrøðingurin er partur av leiðslutoyminum á teknisku fyrisiting og samstarvar við leiðararnar á hinum deildunum.

Býarverkfrøðingurin samskipar arbeiðið við aðrar myndugleikar, borgarar, stovnar og fyritøkur, herundir m.a. løgregluna, Fjarhitafelagið, SEV og onnur.

ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjari skal hava útbúgving sum verkfrøðingur ella líknandi útbúgving.
Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir kunnu verða ein fyrimunur.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á at tú:

• hevur góð leiðsluevni og megnar at veita góða tænastu og ráðgeving
• hevur høgt trúvirði og ert álitisvekjandi í samstarvi við onnur
• dugir væl at samskifta og hevur gjøgnumslagskraft
• hevur yvirblikk og megnar at raðfesta í fjølbroyttum uppgávum
• dugir at skapa og viðlíkahalda relatiónir

Dentur verður lagdur á, at tú hevur áhuga fyri umhvørvisviðurskiftum, nýskapan og at veita eina góða tænastu, harumframt skalt tú duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er lønt og sett sum deildarleiðari sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið / Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast til torshavn(at)torshavn.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. januar 2019. Umsóknin skal merkjast „Býarverkfrøðingur“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marius Müller, tekniskan stjóra, marius(at)torshavn.fo, tlf. 215309 ella Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra, bjorgfrid(at)torshavn.fo, tlf. 280909.



Les meira