Starv sum mekanikari / smiður søkist til verkstaðið hjá J & K Petersen Contractors

J & K Petersen Contractor


Verkstaðið á Hjalla søkir eftir einum ágrýtnum smiði, maskinisti, entreprenør-, ella lastbilmekanikara.
Hevur tú royndir í at serviserað entreprenørmaskinum og hevur royndir við ymiskum tekniskum kontrollamboðum, átti tú at søkt starv hjá okkum.

Vit hava tørv á mekanikar/smiði sum kann arbeiða saman við okkara smiðutoymi við fjølbroyttum smiðuuppgávum.

Høvursdenturin í starvinum er at viðlíkahalda okkara maskinpark.

Verkstaðið er skipað við einum smiðuformanni og einum mekanikara/smiði. Tú kemur í tøttum samstarvið við smiðuformannin at loysa fjølbroyttar smiðuuppgávur og harvið tryggja at maskinaríið koyrir sum tað skal.

Umframt servicering av maskinunum eru uppgávurnar at loysa alt vanligt smiðuarbeiðið.

Starvsfólkaprofilur

Vit ynskja at tú:

  • Dugir at seta seg inn í nútímans tekniska máliútgerð
  • Hevur royndir í at loysa maskinrelateraðar uppgávur
  • Skapar úrslit og framdrift
  • Ert skipaður í tínum gerandisdegi

Lønin er samsvarandi útbúgving og royndum.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo

Starvi verður sett so skjótt vit finna tann rætta persónin.

Um spurningar eru í sambandi við starvið ert tú vælkomin at tosa við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.



Les meira