Spennandi starv sum fíggjarstjóri í Almannaverkinum

Almannaverkið


Almannaverkið søkir fíggjarstjóra at byrja 01.03.2022 ella skjótast gjørligt

Í starvinum sum fíggjarstjóri kemur tú umsita ein triðing av føroysku fíggjarlógini og hava ein avgerandi leiklut at reka størsta almenna stovnin í Føroyum.

Vit síggja fyri okkum, at nýggi fíggjarstjórin hevur sterkan fíggjarligan profil og breiða vitan innan almenna fyrisiting í Føroyum. Hann hevur góð samstarvsevni, hevur hegni at arbeiða í eini politiskt stýrdari skipan, har evsta ábyrgd fyri raðfestingum er politisk og fortreytirnar javnan broytast.

Fíggjarstjórin í Almannaverkinum kemur at hava stórar møguleikar at brúka og menna síni evni og sínar fakligu førleikar í stóra fjølbroytta fíggjarumhvørvinum á Almannaverkinum.

Um starvið

Fíggjarstjórin er partur av ovastu leiðsluni í Almannaverkinum og vísir til stjóran.

Fíggjarstjórin er leiðari á Fíggjardeildini við ábyrgd av at skapa trivnað, menna og leiða starvsfólkatoymið og fjølbroytta fíggjarumhvørvið í Almannaverkinum. Eisini er hann nærmasti leiðari hjá deildarleiðarunum í Fyrisitingini og skal tryggja, at leiðslubólkurin virkar sum ein savnað, samskipandi og strategisk hugsandi eind.

Saman við ovastu leiðsluni  í Almannaverkinum hevur fíggjarstjórin ein týðandi leiklut í menningini av føroyskum almannatænastum og almannaveitingum.

Uppgávan er at tryggja, at Almannaverkið altíð virkar innan búskaparligu karmarnar, sum eru ásettir í fíggjarlógini.

Førleikakrøv og væntanir
Hevur kandidatútbúgving frá hægri lærustovni innan búskap ella tilsamans hevur sambærligt útbúgvingarstøði . Umsøkjari, sum hevur royndir við fíggjarstýring og leiðslu, og hevur breiða vitan innan almenna fyrisiting í Føroyum, kann hava fyrimun.

Tú eigur at tola eitt skiftandi arbeiðstrýst og skiftandi arbeiðsdagar. Tú arbeiðir skipað og megnar at arbeiða við fleiri krevjandi uppgávum samstundis. Tú sært trupulleikar og tú megnar skjótt at fara undir tilgongdina at finna røttu loysnina. Tú hevur empatisk evni og megnar at varðveita yvirblikkið hóast arbeiðstrýstið er stórt. Tú er fakliga forvitin og hevur hug at arbeiða og menna størsta almenna stovnin í Føroyum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsheitið er fíggjarstjóri. Starvið er flokkað við eini løn svarandi til 37. lønarflokk í lønartalvu hjá Felag Tænastumanna Landsins og 15% í eftirlønargjaldi, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Staravegi 18 í Tórshavn.

Umsókn og freist
Tú søkir starvið við at trýsta HER

Skrivlig umsókn, CV, avrit av prógvi, viðmæli og onnur viðkomandi skjøl skulu viðheftast.

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 17.01.2022 kl. 23.00.

Spurningar um starvið kunnu setast Edvard Heen, stjóra, á telefon 210503. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Eftir ætlan verða starvssamrøður síðst í januar 2022.



Les meira