Spennandi starv í Heyggjarlon, sum er bú- og viðgerðarstovnur fyri børn og ung

Almannaverkið


Søkt verður eftir starvsfólki, sum eru áhugað í at arbeiða tvørfakligt, eru umsorgarfull, og sum hava hug og vilja at geva námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsligt og kognitivt

Um starvið
Talan er um 2 størv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.02.2022 ella skjótast tilber. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni. Starvsstaðurin er Eystan Heyg 17, Tórshavn.

Útbúgving
Søkt verður eftir starvsfólki, sum hava antin námsfrøðiliga, sosialfakliga ella heilsufakliga útbúgving.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, og tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður mennandi og fyribyrgjandi. Støði verður tikið í, at starvsfólk taka ábyrgd av relatiónini við at seta seg inn í sálarligu, sosialu, kropsligu og kognitivu menningina hjá børnunum. Harumframt snýr arbeiðið seg um at seta seg inn í avbjóðingar og atferð, sum kunnu vera psykososialar, kensluligar ella misnýtistrupulleikar. Neyðugt er at hava koyrikort.

Í starvinum eru skrivligar uppgávur eisini partur av tí dagliga arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjarin hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði. Somuleiðis verður væntað, at umsøkjari er fleksibul, tá ið tað kemur til arbeiðstíðirnar.

Væntanir
Vit vænta, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú í samráð við starvsfelagar og leiðslu leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.

Somuleiðis vænta vit, at tú arbeiðir eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum verða nýtt á stovninum og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum. Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum eisini verður brúktur serskilt til avbjóðingar innan sjálvskaðan og misnýtistrulleikar. Umframt hetta verður arbeitt út frá mentalisering, low arousal og boardmaker.

Vit vænta, at tú luttekur í tiltøkum og spølum, sum børnum annars dámar, so sum borðspøl, fysisk tiltøk og svimjing.

Eisini vænta vit eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir, eru tolin og hava jaliga menniskjafatan. Við viðurkennandi atburði fært tú børnini at kenna seg vird og tiknan í álvara.

Vit kunnu bjóða tær

  • góðar treytir fyri menning av førleikum, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión.
  • at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeiðshátturin er KRAP, Mentalisering og Low arousal-sosialnámsfrøði.
  • at vera luttakandi í einum stovni í menning.

Um Eind 10
Eind 10 er partur av Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum og virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir avgerð frá høvuðsbarnaverndarnevndini og í samstarvi við  Barnaverndartænastuna.

Til eindina hoyrir Bú- og viðgerðarstovnurin Argjaboði, Móttøkudeildin, Familjudepilin, Nýggjastova, Trappustova, Heyggjarlon, Varðagøta, Vættrastígur, Karlamagnusarbreyt

Starvsfólkahópurin í Eind 10 er settur saman av fólkum við viðkomandi útbúgvingum og førleikum í námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði, heilsufrøði, sosialfrøði og sálarfrøði.

Setanar– og lønarviðuskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 10. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta HER

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.01.2022kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297426 ella Randi R. Hentze, á tlf. 297431.



Les meira