Spennandi lærupláss í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Sjúkrahúsverkið


Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. mars 2022 ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt spennandi lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum umhvørvi, við dugnaligum starvsfeløgum.

Vit ynskja at tú:
• ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull-/ur
• dugir at samskifta í skrift og talu, og dugir at nýta teldu á brúkarastøði
• møtir væluppløgd/ -lagdur til tíðina
• hevur gott handalag
• hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar einum góðum arbeiðsumhvørvi

Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.

Skúlakrøv:
• Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
• Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb)

Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 3 x 10 vikur í lærutíðini. Tær fystu 10 vikurnar kunnu takast í Føroyum. 20 tær seinastu vikurnar er á tekniskum skúla í Danmark.

Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.

Meira kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Royndartíðin er 6 mánaðir.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, kostfakligan leiðara, á tlf. 229229

Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 1. januar 2022

Les meira “um okkum” á www.ks.fo



Les meira