Speditørlærlingur til Posta

Posta


Farmadeildin á Posta søkir ein speditørlærling. Kundi tú hugsað tær at roynt teg í einum spennandi og avbjóðandi starvi, har tað snýr seg um at veita kundanum bestu tænstuna, so er tað kanska tær vit leita eftir

Sum speditørur samskipar tú sendingar av alskyns slag um allan heim. Tú sendir vøru av landinum, og tú samskipar sendingar heim til Føroya. Tú kemur at takast við sjófrakt, flogfrakt og kurerflutning. Tú kemur at virka í einari vælskipaðari deild, sum dagliga er í samband við veitarar og kundar um allan heim. Saman við starvsfeløgunum á Óðinshædd og á Posta Logistics deildunum í Kolding og í Hvidovre tryggjar tú, at viðskiftafólk fáa sín farm sendan og leveraðan rættstundis og professionelt. Soleiðis ert tú við til at knýta Føroyar at restini av heiminum.


Tú trívist í einum ferðmiklum umhvørvi, og tær dámar at hava nógvar bóltar í luftini. Tú ert nærløgd/-lagdur, og tú hevur eyga fyri góðari tænastu.

Vit bjóða
Eitt professionelt umhvørvi í høvuðssætinum hjá Posta. Á Farmadeildini ert tú í einum toymi, har øll stuðla hvørjum øðrum, og har trivnaðurin er í hásæti. Lærutíðin er eitt bland millum praktiskt arbeiði og skúlagongd í Danmark. Lønin er sambært sáttmála við starvsmannafelagið.

Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til leiðaran á Farmadeildini, Helga Justinussen, á helgi@posta.fo.

Frámerk ”Umsókn”. Freistin at søkja er hin 30. december 2019. Vilt tú vita meira, ber til at ringja ella skriva til Helga Justinussen á 23 60 14 ella umvegis teldupost til helgi@posta.fo.

Um Posta
Posta røkkur í hvønn krók í landinum hvønn dag. Posta fevnir um eini 120 ársverk, 60 bilar og hevur eina árliga sølu á gott 114 mió. kr.

Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark.



Les meira