Sosialráðgevi til deildina Børn og ung

Almannaverkið


Á deildini Børn og ung, ið er deild í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum, er eitt sosialráðgevarastarv leyst at søkja.

Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 35 tímar um vikuna, tó við møguleika við enn meira niðursettari tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt og til og við 31.07.2023. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur
Í starvinum verður tú partur av einum stinnum toymi, sum ráðgevur og vegleiðir familjum, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku.

Tú starvast í einum mennandi arbeiðsumhvørvi, har arbeiðsuppgávurnar millum annað eru at viðgera umsóknir um fíggjarligan stuðul til meirútreiðslur og umsóknir um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku til persónar, ið uppihalda barni, ið ber brek.

Harumframt er tað tín uppgáva at viðgera umsóknir hjá teimum, sum hava tørv á stuðulsfyriskipan, búplássi, umlætting og viðgerðar- og virkistilboðið í Trivnaðardeplinum.

Deildin Børn og ung arbeiðir við heildarlýsingum, og er hetta við til at tryggja, at rætta hjálp og stuðul verður sett inn.
Aðrar uppgávur eru at vera samskipari hjá familjum, ið eru fevnd av “Tí góðu tilgongdini”.

Førleikar
Tú ert útbúgvin sosialráðgevi.

Væntanir
Vit vænta, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur, skiltur og hjálptur. Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin, soleiðis at møtið við Almannaverkið verður einfalt fyri borgaran.

Tær dámar væl beinleiðis samband við borgaran og somuleiðis hevur tú hug og evni til at arbeiða tvørtur um fak, deildir og stovnar. Væntað verður eisini, at tú hevur fyrisitingarligar royndir og dugir væl at orða teg í skrift og talu.

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv við møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning í góðum arbeiðsumhvørvi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum í deildini Børn og ung. Tann, ið fær starvið, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið er flokkað sum bachelorur í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her 

Freist
Tín umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.12.22 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjørg Hovland Hjelm, deildarleiðara, á telefon 347016.

Um Børn og ung
Aðalendamálið hjá deildini Børn og ung er at virka fyri at styðja upp undir, at familjur, ið hava børn og ung, ið bera brek ella hava likamliga ella sálarliga sjúku, fáa eina so vanliga tilveru sum gjørligt. Talan er um eina deild við 10 sosialráðgevum, sum brenna fyri fakinum og at hjálpa familjunum, so at teirra gerandisdagur gerst so vanligur sum gjørligt. Vit eru staðsett í Havn og í Klaksvik, og hava vit samband við gott 700 borgarar um árið.



Les meira