Softwaremennari til Petur Larsen

Petur Larsen


Brennur tú fyri at arbeiða við automatión, herundir PLC og Motion forritan? Leitar tú eftir einum arbeiðsplássi við frælsi undir ábyrgd? Brennur tú fyri fakligum avbjóðingum? So er tað tær, ið vit hava leita eftir.

Hjá Petur Larsen hava vit veitt vørur og útgerð til fiskuvinnuna í Føroyum og uttanlands síðani 1971. Eins og fiskivinnan, eru vit í menning og hava stovnað eina Menningar- og projektdeild, ið mennir nýggjar maskinur, umframt tøkniligar loysnir, ið betra og uppstiga nýggjar og gamlar maskinur og mannagongdir. Loysnir, við Servo Motion, Visión og Robottøkni, vera mentar, royndarkoyrdar og framleiddar í hølum okkara í Fuglafirði. Vit útflyta til allan heim, tó við serligum denti á Norðurlond.

Vit hava longu ment nógv, sum hevur vakt stóran ans og vænta einki minni í 2022. Fleiri spennandi verkætlanir liggja fyri framman og tú kemur at hava ein avgerðandi leiklut.

Vit sóknast eftir einum dugnaligum forritara við fokusi á Servo Motion. Tað er ein fyrimunur at tú hevur royndir við robotttøkni.

STARVIР
Talan er um eitt spennandi starv við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum innan softwaremenning til maskinur í fiskivinnuni. Tú fert at starvast í Menningardeildini, og fær ábyrgd av software og verkseting av maskinum og útgerð. Loysnirnar vera mentar í tøttum samstarvið við kundum, veitarum og starvsfelagum.

Tú skalt vænta, at arbeiða við:

·       PLC, Motion, IO og HMI
·       Visión og sensorik
·       Ídnaðarrobottum
·       Kommunikatiónsprotokollum

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við forritan av framkomnum servo loysnum. Í samband við projektering og avhandan av verkætlanum verður onkuntíð tørvar á uttanlandaferðing. Tí vænta vit, at tú ert liðiligur viðvíkjandi arbeiðstíðum.

UM TEG 
Starvið er ætla til tín, ið hevur royndir við forritan av automatiónstøkni og harafturat innkoyring, royndir og innstallatión. Tað er ein fyrimunur, um tú kennir CODESYS software. Tú hevur royndir við ST (Struktureraðum Teksti).

Tú hevur áhuga fyri og roynt teg innan menning, sniðgeving og viðlíkahald av automatións- og framleiðslu-loysnum og kunnleika til maskindirektivið og altjóða standardar innan maskinutrygd.

Tú hevur útbúgving, sum forritari við arbeiðsroyndir sum ídnaðarelektrikari, automatiónsteknikari, automatiónsteknolog, verkfrøðingur ella líknandi.

Tú trívist í einari deild, har tú hoyrist og hevur møguleika fyri at ávirka. Tú ert struktureraður, setur krøv um dygd, dugir at hava yvirlit, ið tryggjar, at FAT og SAT verður sum avtalað og verður veitt til ein vælnøgdan kunda.

EITT SPENNANDI STARV VIÐ NÓGVARI ÁBYRGD 
Tú verður partur av einum jaligum toymi, sum hvønn morgun fer til arbeiðs fyri at veita bestu tænastuna til okkara kundar. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Hetta er eisini eitt sjálvstøðugt starv, har tú í ein mun kanst mynda tín egna arbeiðsdag í eini spennandi fyritøku, sum stendur í vøkstri. Vit halda til á havnarlagnum í Fuglafirði, har vit hava ein 1.200 fermetrar stóran bygning við skrivstovu, menningardeild, goymslu og smiðju. Og fuglfirðingum líkt hava vit eitt vinarligt og óformligt arbeiðsumhvørvi – hetta kemur tú at síggja, tá ið tú møtir tínum 38 dugnaligu starvsfeløgum.

Talan er um eitt starv við eftirlønarskipan, tryggingarskipan og matarskipan. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

NAKAÐ FYRI TEG? 
Heldur tú hetta ljóðar áhugavert, kanst tú seta teg í samband við Robert Andreassen, Menningarleiðara, á robert@pl.fo ella 73 93 62, sum fegin vil greiða tær nærri frá um starvið.

UMSÓKN 
Heldur tú, at hetta er nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum og arbeiðsavrikum við at trýsta HER.

Starvið verður sett sum skjótast, so tað er einki at bíða við, tí so hvørt umsóknirnar koma inn, bjóða vit til samrøðu. Lat okkum hoyra frá tær – tó í seinasta lagi 1. februar 2022.



Les meira