Søkt verður eftir Sjakkmanni til drift

J & K Petersen Contractors


Í sambandi við økt virksemið hjá J & K Petersen søkja vit eftir einum sjakkmanni til drift.
Høvuðsuppgávurnar í arbeiðinum eru m.a. at fáa arbeiðsgongdirnar at ganga eftir ætlan.
Umframt høvurðuppgávurnar skal arbeiðsleiðarin, leiða og fordeila arbeiðsuppgávurnar fyri arbeiðsøkið.

Vangamynd:

  • Ert ábyrgdarfull/ur
  • Hevur leiðaraevnir
  • Dugir at taka sjálvstøðugar avgerðir
  • Góð samstarvsevnir

Vit kunnu bjóða:

  • Góð lønarviðurskiftir.
  • Eitt starv við breiðum avbjóðingum.
  • Møguleikar fyri fakligari menning.

Um tú hevur spurningar í samband við starvið, ert tú vælkomin at venda tær Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara á tlf.: 585036.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV. og øðrum skjølum, skulu sentast via mail til J&K Petersen Contractors á mail: starv@jkp.fo ella við at senda umsóknina til: J&K Petersen Contractors, Postboks 3179. Fo-110 Tórshavn.

Starvið verður sett sum skjótast.

Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.



Les meira