Skrivstovunæmingur til søludeildina

Gist & Vist


Ert tú okkara nýggi skrivstovunæmingur?

Søludeildin á Hotel Føroyum leitar eftir einum skrivstovunæmingi at byrja tíðliga í nýggja árinum.

Um teg
∙ Tú ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og álitisvekjandi
∙ Tú dugir at samskifta á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli bæði á skrift og í talu
∙ Tú trívist millum mongu ymisku starvsfólkabólkarnar í einum rokaligum og til tíðir krevjandi umhvørvi á hotellinum
∙ Tú megnar at samskifta við einum jaligum hugburði bæði við starvsfelagar, samstarvsfelagar, fyriskiparar og gestir
∙ Tú hevur áhuga í at byggja upp nýggj sambond við viðskiftafólk, og at tú við tíðini hjálpir okkum at uppleita nýggj viðskiftafólk bæði í Føroyum og uttanlanda.

Vit kunnu bjóða tær
∙ Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har ongin dagur er eins
∙ Dugnaligir og hjálpsamir starvsfelagar við drúgvum royndum
∙ Góða upplæring og góðar karmar fyri menning

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til johanna@hotelforoyar.fo. Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja 217565.

Umsóknarfreist: 31. Desember 2023



Les meira