Skrivstovufólk til Innleggingardeildina hjá SEV

SEV


Vit sóknast eftir skrivstovufólki til innleggingardeildina hjá SEV, sum hevur um hendi eftirlitið við at el-innleggingar verða gjørdar sambært galdandi lóggávu

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar hjá skrivstovufólkinum eru skráseting av fjaravleisingarskipanir, íbindingargjøld, skráseting at nýggjum innleggingum og annars alskyns fyrifallandi skrásetingaruppgávur. Eisini fer tann, sum settur verður, at samskifta munnliga og skrivliga við viðskiftafólk okkara. Talan kann eitt nú vera um ymiskar spurningar, sum hava við elmálarar at gera.

Á Innleggingardeildini hjá SEV starvast 13 fólk.  Hesi eru eftirlitsfólk, montørar, elektrikarar og skrivstovufólk.

Persónligir eginleikar

·        Góðar samskiftisførleikar

·        Duga at samskifta við nógv ymisk fólk

·        Dugir at hava yvirlit – megna at arbeiða við nógvum skipanum í senn

·        Dugir væl og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar telduskipanir

·        Tilvitað/ur um góða kundatænastu

·        Ein fyrimunur er, um tú hevur royndir við Son Win og AIM

Fakligir førleikar

Útbúgving innan skrivstovu og góðir telduførleikar – lætt við at seta seg inn í telduskipanir.

SEV

Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. SEV bjóðar eisini:

fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
ávirkan á egið arbeiði
fakliga menning
viðkomandi skeið

Ynskiligt er, at nýggi starvsfelagi okkara gevur sítt íkast til góðan trivna.

Løn

Skrivstovufólkið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Lønarflokkur 3.

Umsóknin

Um tú ert áhugað/ur starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Thomas A. Thomsen, eftirlitsfólk á tlf. nr: 225506. Umsóknarfreistin er 13. januar 2020. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda umvegis teldupost til:  starv@sev.fo, viðmerk: Skrivstovufólk innleggingardeildin

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym allan sólarringin. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er ein fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.



Les meira