Skrivstovufólk til Býarbókasavnið

Tórshavnar kommuna


Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð, at byrja umleið 18. mars 2019.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um ymiskt skrivstovuarbeiði. Harumframt skalt tú arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Arbeitt verður í vaktum, morgun-, dag- og kvøldvaktum, eisini ávísar leygar- og sunnudagar.

FØRLEIKAR
Vit sóknast eftir fólki við útbúgving sum skrivstovufólk ella við viðkomandi royndum, ið eru at sammeta við hetta. Viðkomandi skal vera fyrikomandi, duga at arbeiða í toymi og vera tænastusinnað/-ur soleiðis, at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.

Tú skalt duga at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum, og skalt kenna teg tryggan at nýta KT-skipanir og talgildar loysnir.

SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

UMSÓKN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2019. Merk umsóknina „Skrivstovufólk til Býarbókasavnið“.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði á vonbjortv@bbs.fo og til Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.

Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Um árið koma áleið 140.000 vitjandi innum dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali.



Les meira