Skriva uppgávuna saman við SNA

SNA


Útbúgving er eitt týðandi lið í menningini av okkara samfelag.

Okkara tilvera er grundað á fakliga vitan, og tí raðfesta vit útbúgving og vilja fegin samstarva vit teg, ið er undir hægri lesnaði. Vit bjóða tær møguleikan at skriva uppgávuna saman við okkum.

Hjá SNA hava vit starvsfólk, sum bæði hava royndir innan gransking og undirvísing, so her fært tú ein vegleiðara við royndum, tá tú skrivar uppgávuna. Tað eru verkætlanir í veruliga arbeiðslívinum vit samstarva um og hetta merkir, at tín uppgáva kann fáa týdning fyri okkara arbeiði og okkara kundar.

Kom og vitja okkum á Jobmatch, so kunnu vit fáa eitt innleiðandi prát um møguleikarnar og um tú hevur onkur góð hugskot til okkara verkætlanir.

Vit eru á bási 23. Vit gleða okkum at møta tær.

Hvørji eru vit?
SNA Sp/f er ein nýmótans norðurlensk arkitektafyritøka við 25 starvsfólkum, ið hevur høvuðssæti í Tórshavn

og eina deild í Keypmannahavn.

SNA hevur síðani stovnan í 2001 ment seg til at gerast eitt tað størsta arkitektavirkið í Føroyum í, sum í dag kann vísa á eitt stórt tal av byggiverkætlanum, sum eru mentar hesi árini. SNA hevur drúgvar royndir frá nógvum almennum, kommunalum og privatum byggiverkætlanum.

Les meira um okkum á www.sna.fo



Les meira