Skriva uppgávu saman við Sjókovanum

Sjókovin


Hevur tú hug at skriva um eitt evni, sum hevur við sær nýskapan og burðardygd í føroyskari fiski- og/ella alivinnu?

Sjókovin hevur trý starvsfólk við PhD og tvey við kandidatstøði, ið kunnu vegleiða tær væl. Harafturat, hava vit eitt gott samstarv við fyritøkur, soleiðis at vit kunnu hjálpa tær at fáa samband og atgongd til hagtøl og aðra vitan.

Tað eru nógvar avbjóðingar fyri framman. Áhugavert hevði verið at granska meira í nøkrum av hesum viðurskiftunum.

• Menning í virðisketuni
• Umsiting av fiski- og alivinnu
• Góðska av fiski
• Søla og marknaðarviðurskifti
• Marknaðaratgond
• Samfelagsbúskaparligar árinsgreiningar

Altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á okkara talgilda bási



Les meira