Skriva uppgávu í samstarvi við FSF?

Fótbóltssamband Føroya


FSF ynskir vísindaliga vitan, ið kann verða viðkomandi fyri menning av føroyskum fótbólti. Vit ynskja at uppgbyggja vitan innan m.a. fysiologisk øki, samfelagsviðurskifti og humanistiskt øki (td. fyrisiting, sociologi og fíggjarviðurskifti).

Uppskot til møgulig evni kundi verið:

Hvat er samfelagsliga virðið á føroyskum fótbólti?
Fótbóltur hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum og er ein stórur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. Fótbólturin hevur tí eitt stórt virði fyri samfelagið.

Tað hevur sínar fyrimunir at vera virkin í fótbólti – bæði á vøllinum og uttanfyri. Tað er ein máti at halda seg í venjing, og samstundis er tað eisini við til at menna børn og ung og gevur teimum harvið nakrar týdningarmiklar lívseginleikar.

Vit ynskja tí at kanna, hvat samlaða samfelagsvirðið hjá føroyskum fótbólti er. M.a verður hugsað um, hvat er virðið á sjálvbodna arbeiðnum; virðið á heilsu – og sosialu ágóðunum og hvørjar inntøkur fótbólturin hevur við sær til føroyska búðskapin.

Er føroyskur fótbóltur áhugaverdur?
Flest allir føroyingar hava eitt yndis fótbóltsfelag, men hóast tað, so er talið av áskoðarum til dystir í Betri-deildini fallandi. Vit ynskja tí at kanna, hvørjar orsøkirnar eru, og um føroyingar halda føroyskan fótbólt vera nóg áhugaverdan.

Evni kann viðgerast úr nógum ymiskum sjónarhornum, har t.d. dentur verður lagdur á:
·        Hava vit røttu kappingarskipanina til eina áhugaverda kapping?
·        Bjóða vit eina áhugaverda vøru?
·        Hví fara fólk til dyst í Betri-deildini / hví velja fólk ikki at fara til dyst í Betri-deildini?
·        Áhugin fyri føroyskum fótbólti samanborið við áhugan fyri útlendskum (serliga enskum) fótbólti?

Hví gevast børn at spæla fótbólt í ungdómsárunum?
Fótbóltur er helst best umtókta ítróttargrein í Føroyum, tó vísa hagtøl, at ein ov stórur partur av teimum ungu gevast at spæla fótbólt í tannárunum.

Vit ynskja tí at fáa kannað, útgreinað og funnið fram til, hvørjar orsøkirnar kunnu vera, og hvat kann gerast fyri at venda gongdini.

Í uppgávuni eigur m.a. at vera lagdur dentur á:
·        Hvat fær tannáringar at gevast við at spæla fótbólt?
·        Er munur á fráfallinum landafrøðiliga?
·        Gentur og dreingir – Er munur á?
·        Hvussu kann gongdin vendast?

Hevur tú hugskot til onnur evni, frætta vit fegin frá tær.



Les meira