Skipa fyri túrum, spølum, ymiskum handaligum og matgerð saman børnum og ungum við avbjóðingum

Almannaverkið


So eru hesi størvini nakað fyri teg. Almannaverkið sóknast eftir tveimum starvsfólkum til Frítíðartilboðið í Svanga 24. Uppgávan er millum at virka fyri, at borgararnir fáa neyðugan stuðul, umsorgan og fáa upplivingar í gerandisdegnum.

Tað námsfrøðiliga arbeiðið fevnir millum annað um at skipa fyri túrum, matgerð, spølum og ymiskum handaligum.

Um størvini
Tvey størv á 20-25 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Møguleiki er at gera avtalu um lægri tímatal, um ynski er um tað.
Arbeitt verður seinnapartar gerandisdagar og størvini hóska seg væl til lesandi.
Møguleiki verður eisini at verða avloysari á sambýlum í eindini.
Útbúgving

Søkt verður eftir fólki við við námsfrøðiligari ella heilsufakligari útbúgving. Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Um Frítíðartilboðið í Svanga 24
Frítíðartilboðið er ætlað børnum og ungum í aldrinum 9-18 ár, sum menningartarn og/ella autismu. Málið við frítíðartilboðnum er at geva børnunum og teimum ungu eitt mennandi námsfrøðiligt tilboð eftir skúlatíð. Dentur verður lagdur á at menna sálarligu, fatanarligu, málsligu, motorisku og sosialu førleikarnar, so tey betri verða før fyri at virka í felagsskapi og gerast so sjálvstøðug, sum til ber.

Arbeiðsuppgávur
Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum, harafturat verður arbeitt tvørfakligt, so borgarin fær tænastu á høgum støði. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum borgarar og starvsfólk.

Í námsfrøðiliga arbeiðinum leggja vit dent á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, menning og sjálvbjargni. Í hesum sambandi verða amboð til at skipa gerandisdagin við brúkt. T.d. Boardmaker. Eisini verður dentur lagdur á ”Low arousal námsfrøði”.

Væntanir
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við millum annað arbeiðspláss og skúla.

Vit leita eftir umsøkjarum, sum skilja lyklaorðini umsorgan og nærveru. Vit leggja dent á ein viðurkennandi og fevnandi atburð í gerandisdegnum, har dentur verður lagdur á góðan trivnað. Umsøkjarar mugu vera væl fyri fakliga, sálarliga og likamliga og vit vænta, at tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði.

Um Eind 5
Í Almannaverkinum er Eind 5 partur av Trivnaðardeplinum og er fyri børn, ung og vaksin við menningartarni og autismu í Suðurstreymoy. Meiri kunning um Eindina fæst við at trýsta her

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum – Eind 5. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 07.01.2021.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Ninu Durhuus Fossádal, leiðara, á tlf. 297420 ella Teitur Jóannesarson, virkandi eindarleiðara, á tlf. 297410.



Les meira