Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til Umlættingarheimið

Tórshavnar kommuna


Brennur tú fyri eldraøkinum og spennir tín vitan breitt? Dámar tær avbjóðandi og fjøltáttaðar uppgávur, har tú er við til at økja um lívsgóðskuna hjá heimabúgvandi borgarum. Vil tú vera við til at stuðla einum virknum aldrandi lívi og samstundis hugkveikja tilfeingið hjá aldrandi borgarum, so er tað tær vit leita eftir til Umlættingarheimið.

Tað eru umleið 130 umlættingar um árið á teimum sjey plássunum, ið eru á Umlættingarheiminum. Umlættingartíðin er í miðal tríggjar vikur við einum spenni frá nøkrum døgum til fleiri vikur hjá bæði nýggjum og afturvendandi borgarum.

SØKT VERÐUR EFTIR:

• einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti
• einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í blandaðum vaktum og 2. hvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
• Góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við borgaran, avvarðandi og starvsfelagar
• Ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri borgaran
• Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú varðveitir yvirlitið, tá ið á stendur
• KT-førleika

VIT BJÓÐA TÆR:
• góða innleiðslu
• ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
• eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttar avbjóðingar

LØN- OG SETANARTREYTIR
Størvini verða sett skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráði og Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarfelagið.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Maiken Olsen, eindarleiðara tlf. 302000 ella á teldupost: maikeno(at)torshavn.fo

Umsókn við lísvrensl (CV) saman við viðkomandi skjølum, skal sendast til: torshavn(at)torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur Umlættingarheimið“ ella „Heilsurøktari Umlættingarheimið“.

Umsóknarfreistin er 15. januar 2019.



Les meira